23 September 2009
Tað er sunnudagin, at KÍ-kvinnurnar leika tann mest avgerðandi dystin á árinum

KÍ-kvinnurnar skulu til Argir at leika tann avgerðandi dystin um FM-heitið. KÍ-kvinnurnar eru áðrenn dystin tvey stig frammanfyri AB, so um KÍ-kvinnurnar skulu vinna meistaraheitið 10. árið á rað, skulu tær vinna dystin. Tær kunnu eisini verða nøgdar við javnleika, men so skulu tær fáa stig í seinsta dystinum, fyri at vinna FM.
Dysturin á Argjum byrjar kl. 13 sunnudagin, so her er ein gyltur møguleiki hjá KÍ-fjepparum at heppa á KÍ-kvinnurnar, áðrenn leiðin gongur í Gundadal at heppa á mennirnar.
Dysturin verður eisini útvarpaður á Rás 2.
Komið nú øll til Havnar og stuðli bæði kvinnunum og monnunum.
















