Gentur 12-14 ár eru annað árið á rað føroyameistarar

Image 

Afv. Sigrun Sirdal, Sofía Lassen, Ása Klein Olsen, Maria K. Thomsen, Annika Klakstein, Bára S. Klakstein, venjari
Ffv. Katrina Akursmørk, Ásla Johannesen, Anita Gregersen, Eyðvør Klakstein, Tina Joensen

Gentur 12-14 ár vunnu aftur í føroyameistaraheitið og er hetta annað árið á rað, at KÍ vinnur meistaraheitið í hesi deildini. Onkur av hesum gentunum hevur ikki roynt annað enn at vunnið gull síðan tær byrjaðu at leika við pinkunum hjá KÍ. Fyri venjarin er hetta eisini nakað heilt serligt. Bára S. Klakstein hevur nemliga ikki roynt annað enn at vunnið gull, síðan hon byrjaði at venja pinkur fyri sjey árum síðani og hevur hon fylgt gentunum allan vegin til tann dag í dag og stendur nú við einum gull heiðursmerki í gentum 12-14 ár.

Heimasíðan ynskir gentunum hjartaliga tillukku