13 September 2009
KÍ-kvinnurnar vunnu ein fult uppibornan 3-0 sigur í dag
Víkingur er mett til tað liðið, sum skal arga tey ovastu liðini, og tað hava tær eisini gjørt í ár. So seint sum fyri viku síðani tóku tær stig frá AB, og tí vóru KÍ-kvinnurnar sera uppsettar til at vinna dystin.
KÍ-kvinnurnar fingu eisini eina dreyma byrjan, tá Malena stútar eitt hornaspark frá Elsu Mariu í kassan, longu í øðrum minutti. Tað var eisini KÍ sum átti meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki, men tær høvdu eitt sindur av trupuleikum, at leika seg í gjøgnum. Víkingur hevði ikki nógvar kjansir, og var Randi nærum arbeiðsleys í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, og tá leiktir vóru sjey minuttir í seinna hálvleiki økti Sigrid til 2-0 og bert fimm minuttir seinni økti Sofía til 3-0 eftr trunka spæl í brotsteiginum.
KÍ-kvinnurnar tóku sær nú meira av løttum, og valdu at binda fyri í verjuni, og dúga meira uppá skjót álop, men hóast tað, so kom Víkingur ikki til nakað serligt, og tí var hetta ein fult uppiborin 3-0 sigur.
KÍ-kvinnurnar liggja á fremsta plássinum við 47 stigum, tvey fleiri enn AB. Tann 27. september skulu KÍ-kvinnurnar til Argir at spæla, og ein javnleikur har er nokk til at tryggja KÍ-kvinnum 10. meistaraheitið á rað.
KÍ - Víkingur 3 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Malena Josephsen, 2'
2 - 0 Sigrid Jacobsen, 52'
3 - 0 Sofía Purkhús, 57'
KÍ
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Eina Kalsø, Ragna Patawary, Rannvá B. Andreasen - Ása K. Thomsen (Una Joensen, 67'), Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen (Mariann Maslyk, 84'), Sigrid Jacobsen (Vivian Bjartalíð, 71') - Tove Sólheyg, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Vár Jenny Lydersen
Venjari: Erik Nielsen
Víkingur
Anna Kristina Joensen - Ragnfríð Kannuberg, Rósa Magnussen, Gunnvá Pállson, Sanna D. Jacobsen (Jóngerð Skoradal - Anna Malena Højgaard, Mary-Ann Isaksen, Kristbjørg Isaksen, Bjørg Jarnskor, Heidi Sevdal - Hanna I. Højgaard
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Marjun Poulsen
Venjari: Magni Jarnskor
Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Dania Jensen, Werner Hentze
















