10 September 2009
Sofía Purkhús var stóri leikarin, tá Gentur 14-17 ár hjá KÍ vunnu fyrsta meistaraheitið til felagið í ár. Hon gjørdi ikki mætari enn at skorða øll seks málini, tá AB bleiv sent suður til Argir við einum 6-1 tapi í sjáttuni.
Hóast tað er ein dystur eftir at leika, so kann einki lið fáa KÍ aftur, og tískil kunnu gentirnar kalla seg føroyameistarar annað árið á rað.
Heimasíðan ynskir gentunum hjartaliga tillukku.
















