28 August 2009
KÍ-kvinnurnar vóru mikukvøldið í Streymnesi og leiktu, men at byrja við sá einki út til, at tað fór at verða nakar dystur, tí eingin dómari møtti. Nú vita vit ikki hvar feilurin liggur, men tað er sera óheppið, at tað aftur kemur fyri nú, at eingin dómari møtur til dyst í bestu kvinnudeildini, og eigur FSF at stramma upp um hetta, so tað ikki kemur fyri aftur.
Liðini fingu tó loyst trupuleikan innanhýsis, so at venjarin hjá EB/streymi tók floytuna og hjálpari hansara tók annað flaggi og ein áskoðari hjá KÍ-kvinnunum tók hitt flaggi.
Nakað seinka bleiv dystirn bríklsaður í gongd. KÍ-kvinnurnar royndu beinanvegin at leggja trýst á EB/Streym, men tað gekk illa at fáa hol á málskjótingina, tí um málmaðurin hjá EB/Streymi ikki møtti, so raktu KÍ-kvinnurnar ikki málið, so tað skuldi ganga heili 38 minuttir til KÍ enduliga fekk hol á. Rannvá sendi ein bólt innfyri, og har stóð Sofía og setti høvdið á bóltin og gjørdi sítt 17 mál í ár. Áðrenn hetta hevði EB/Streymur havt ein risa møguleika at leggja seg á odda, men Randi fekk bjarga skotinum uppá tvørtræði og bólturin stak útaftur í spæl.
Hóast KÍ hevði sera nógvar møguleikar at fáa fleiri mál so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin framvið málverjanum hjá EB/Streymi, so støðan í hálvleikinum gjørdist 1-0.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, tað var KÍ sum hevði bóltin og EB/Streymur royndi at spæla uppá skjótálop, men nú gekk eitt sindur betur, at fáa mál, tí KÍ-kvinnurnar fingu 4 mál afturat. Fyrst var tað Rannvá sum økti til 2-0 eftir eitt innlegg úr høgru síðu. Sofía gjørdi tað til 3-0 í 70. min. og Ása gjørdi tvey tey seinastu málini seint í dystinum.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður á Svangaskarði tann 6. september
EB/Streymur - KÍ 0 - 5 (0 - 1)
0 - 1 Sofía Purkhús, 38'
0 - 2 Rannvá Andreasen, 55'
0 - 3 Sofía Purkhús, 70'
0 - 4 Ása K. Thomsen, 83'
0 - 5 Ása K. Thomsen, 88'
EB/Streymur
Vivian S. Larsen - Mariann Hansen, Mildrið Djurhuus, Sunneva Vesturdal, Maria Samuelsen (Maria Zachariassen, 74'), Jóhanna Kúrberg, Rigmor Zachariassen, Sigrun Kristiansen, Ann Tóra Láadal, Fríða við Streym, Kristina Glyvradal
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Halla Hansen, Marita Olsen
Venjari: Bjarni Arnason
KÍ
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Eina Kalsø (Adelheid Olsen, 9'), Jenny Lydersen - Ása K. Thomsen, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Sigrid Jacobsen (Mariann Maslyk, 60') - Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 68'), Sofía Purkhús
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Dómari: Bjarni Arnason
Hjálpardómarar: Ólavur Eidesgaard, Kristian Andreasen
















