23 August 2009
Tað er ikki so nógv at skriva heim um dystin, tí KÍ-kvinnurnar vóru nógv betur frá fyrsta bríksli. og tá komi var til hálvleiks var støðan longu 7-0 og dysturin avgjørdur.
Sofía Purkhús gjørdi eitt ordans hál á málskjúttaralistanum í dag, tá hon gjørdi 5 av málunum, Rannvá gjørdi eisini eitt hál við hennara trimum málum og Ása og Malena gjørdu hvørsítt.
Omaná 10-0 sigurin var tað gleðiligt at síggja, at Vivian Bjartalið, sum hevur verið burtur frá fótbóltinum í hálvt annað ár, kom inn í seinna hálvleiki og tók fleiri túrar framvið vinstru síðu, sum vit kenna hana.
KÍ-kvinnurnar skulu longu í dyst aftur mikudagin, tá tær skulu til Streymnes at leika ímóti EB/Streymi.
KÍ - B68/NSÍ 10 - 0 (7 - 0)
1 - 0 Ása K. Thomsen, 6'
2 - 0 Sofía Purkhús, 18'
3 - 0 Malena Josephsen, 20'
4 - 0 Sofía Purkhús, 22'
5 - 0 Sofía Purkhús, 23'
6 - 0 Rannvá Andreasen, 32'
7 - 0 Rannvá Andreasen, 40'
8 - 0 Sofía Purkhús, 54'
9 - 0 Sofía Purkhús, 57'
10 - 0 Rannvá Andreasen, 80'
KÍ
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Eina Kalsø, Ragna Patawary, Vár Jenny Lydersen - Ása K. Thomsen (Adelheid Olsen, 46'), Tove Sólheyg, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen - Mariann Maslyk, Sofía Purkhús (Vivian Bjartalíð, 66')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen
Venjari: Birgit Ryan
B68/NSÍ
Mai-Britt Svalbard - Eir Hansen, Rannvá í Túni Petersen, Joan M. Mikkelsen (Mia Nielsen, 38'), Hildigerð á Sondum, Mia Heinesen (Mona Hansen, 60'), Hansina Joensen, Ansy Sevdal, Jakoba Sevdal, Erna Svalbard, Ragnfríð G. Hansen
Venjari: Aksel Højgaard
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Jóannes M. Mikkelsen, Henry Heinesen
















