KÍ-kvinnurnar vunnu útsetta dystin ímóti EB/Streymi 7-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0

Tað er ikki so nógv at skriva heim um, um hendan dystin, tí til tað var munurin alt ov stórur. KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin meginpartin av tiðini, og kundu tær havt vunnið dystin nógv meira. EB/Streymur hevði ikki nógv frameftir og Randi hevði slett einki at gera í málinum.
Dysturin endaði 7-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Sofía Purkhús gjørdi eitt orduligt hál í kvøld, og skoraði ikki færri enn fýra av teimum sjey málunum. Tove, Rannvá og Elsa Maria gjørdu hini trý.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður sunnudagin ímóti Skála á Skála, og byrjar hesin dysturin kl. 13.

KÍ - EB/Streymur 7 - 0 (2 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 11'
2 - 0 Sofía Purkhús, 24'
3 - 0 Tove Sólheyg, 47'
4 - 0 Sofía Purkhús, 60'
5 - 0 Sofía Purkhús, 70'
6 - 0 Rannvá Andreasen, 77'
7 - 0 Elsa Maria Simonsen, 90'


Randi S. Wardum - Ann Stauss (Adelheid Olsen 62'), Paula Mikkelsen (Vár Jenny Lydersen, 62'), Ragna Patawary, Rannvá Andreasen - Ása K. Thomsen, Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen - Tove Sólheyg, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Eina Kalsø
Venjari: Aleksandar Djordjevic

EB/Streymur
Vivian S. Larsen - Sunnuvá Vesturdal, Sigrun Kristiansen, Maria Zachariassen, Marian Hansen, Halla Hansen (Marita Olsen, 68'), Ann Tóra Láadal, Maria Samuelsen, Kristina Glyvradal (Rigmor Zachariassen, 46'), Jóhanna Kannuberg, Mildrið Djurhuus
Venjari: Bjarni Arnason

Dómari: Janus Petersen
Hjálpardómarar: Sandy Lambanum og Magnus Jørmundsson