KÍ-kvinnurnar leika ímóti EB/Streymi hóskvøldið kl. 19:30 Eftir eina væleydnaða luttøku í Champions League í Makedonia, fara KÍ-kvinnurnar í gongd aftur við heimligu kappingina. KÍ-kvinnurnar leika ímóti EB/Streymi hóskvøldið kl. 19:30. Hesin dysturin skuldi eftir røttum verið sunnudagin, men bleiv hesin útsettur, tí KÍ-kvinnurnar høvdu havt eina sera harða viku og eina strævna heimferð, so tað var ikki mett ráðligt, at leika dystin longu sunnudagin aftaná.
KÍ-kvinnurnar hava brúk fyri øllum trimum stigunum, um tær skulu fylgja AB í stríðnum um FM, so tær fara inná vøllin fyri at vinna dystin. EB/Streymur fer eins og øll onnur lið inná vøllin fyri at vinna á KÍ, og tær hava eisini brúk fyri at fáa stigini, um tær skulu koma longur upp eftir stigatalvuni.
Allir KÍ-kvinnurnar eru klárar til dystin, sum byrjar kl. 19:30 hóskvøldið.