KÍ-kvinnurnar settu flott punktum fyri Føroyar í Europa, við at vinna 4-2 á Tikvesanka úr Makedonia KÍ-kvinnurnar byrjaðu sum eitt ódnarveður í 45 hitastigum og løgdu seg á odda 3-0 tíðliga í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fór hitin niður, og KÍ-kvinnurnar dovnaðu við, og lovaðu Tikesanka inní dystin aftur. Tær minkaðu um munin til 3-2, men KÍ-kvinnurnar fingu tó svara aftur, við ein beinleiðis frísparki frá Malenu.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og KÌ-kvinnurnar kunnu nú frøðast um, at tær endaðu nummar 3 í bólkinum, og vunnu eru einasta føroyska lið í ár, sum hevur vunnið ein dyst í Europa.
KÍ-kvinnurnar hava nú eina langa heimsreisu fyri framman. Tær fara úr Makedonia kl. 23:30 í kvøld, og verða í Vágum umleið kl. 20 í annaðkvøld.