03 August 2009
Í morgin kl. 16, føroyska tíð, leika KÍ-kvinnurnar seinasta dystin í Ch. League kappingini á hesum sinni.
Tikvesanka hevur tapt 5-0 ímóti Sofia og 7-1 ímóti Montpellier, so kjansur eigur at verða til at fáa eitt gott úrslit ímorgin, men tann nógvi hitin ger tað ikki lættari fyri KÍ-kvinnurnar. Hitin liggur støðugt um tey 40 hitastigini og vindurin er millum lítil og eingin, so tað er sum í einu grýtu, at leika.
Allar eru tøkar til dystin, og byrjar dysturin, sum sagt kl. 16 føroyska tíð.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum mikukvøldið.
















