01 August 2009
KÍ-kvinnurnar máttu lúta fyri FC NSA Sofia í dag. Úrslitið gjørdist 1-2 eftir hálvleikstøðuna 1-1.

KÍ-kvinnurnar leiktu teirra næsta dyst í Uefa Women's Champions League kappingini í dag. Dysturin skuldi eftir ætlan byrja kl. 16 føroyska tíð, men bleiv hesin fluttur ein tíma, tí Uefa umboðini mettu, at tað var ov heitt fyri KÍ-kvinnurnar at leika tá.
Tá dysturin var bríkslaður í gongd lá hitin um tey 35 hitastigini, so tað var framvegis heitt fyri KÍ-kvinnurnar.
KÍ-kvinnurnar høvdu valt frá byrjan at liggja í verjustøðu og spæla uppá skjótálop, og má sigast at eydnaðist hetta sera væl. Tá umleið 25 minuttir vóru leiktir fingu KÍ-kvinnurnar hornaspark, sum málverjin loftaði, men hon kastaði bóltin til ein leikara, sum ikki var klár, og Rannvá vann bóltin og smekkaði hann í tóma málið. FC NSA Sofia fekk tó svara aftur beint áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin nøkulunda tann sama, sum í fyrra hálvleiki. Tað var FC NSA Sofia sum trýsti, men KÍ-kvinnurnar hildu tær burtur frá teimum stóru kjansunum. Men sjey minuttir fyri tíð slapp ein Sofia leikari leysur eftir eitt innlegg, og kundi hon ótarna smekka bóltin í málið.
Hóast KÍ-kvinnurnar royndu at svara aftur teir seinastu minuttirnar, so eydnaðist tað ikki at javna aftur.
KÍ-kvinnurnar spældu ein sera góðan dystin, og stríddust tær allar sum ein, men gjørdust ov stuttar til at fáa stig burturúr.
Triði og seinasti dysturin verður leiktur týsdagin ímóti vertsliðnum úr Makedonia. Hetta liðið hevur eisini taptu báðar sínar dystir, 5-0 imóti Sofia og 7-1 í móti Montpellier.
Liðið í dag
Randi - Ann, Eina, Ragna, Rannvá - Mariann (Ása), Malena, Elsa Maria, Tove, Sigrid, Sofia
Á beinkinum uttan at koma inn: Adelheid, Sølvá, Jenny.
















