01 August 2009
KÍ-kvinnurnar taptu Montpillier úr Frankaríki 2-0 eftir hálvleikstøðuna 0-0

Í 41 hitastigum taptu KÍ-kvinnurnar fyrsta dystin í Uefa Women's Champions League kappingini. Dysturin var í móti Montpiller úr Frankaríki, og endaði hesin 2-0. Franska liðið hevði bóltin fyri tað mesta, men KÍ-kvinnurnar vardu sera væl, og stóðu væl á vøllinum, so franska liðið hevði ringt við at spæla seg til stórar kjansir.
Montpillier legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki og øktu um leiðsluna eftir eitt brotsspark.
Hitin var ein stórur trupuleiki fyri KÍ-kvinnurnar, og var Aleksandar noyddur at gera tvær útskiftingar tíðliga í dystinum, tí leikarar ikki megnaðu tann nógva hitan.
Í dag skulu KÍ-kvinnurnar aftur í eldin, tá tær møta FC NSA Sofia úr Bulgaria. Hesin dysturin verður líka harður sum tann fyrri, men KÍ-kvinnurnar royna at fyrireika seg sum frægast við at hvíla og drekka nógv. Dysturin byrjar kl 17 føroyska tíð.
Allar gentirnar lata heilsa heim, og allar hava tað gott.

















