24 Juli 2009
KÍ-kvinnurnar fara til Makedonia mánadagin at leika Champions League

Nú føroysku liðini hjá monnum eru liðug í Europa, so eiga kvinnurnar tørn. Kappingin hjá kvinnum er eitt sindur ørvísið fyriskipa enn hjá monnunum, við tað at fyrsta umfar verður leikt sum mini-kappingar. Tað eru 7 bólkar við 4 liðum, har liðini spæla einaferð í móti hvør øðrum, og vinnarin fer so víðari í 1/16 finalurnar.
KÍ-kvinnurnar skulu alla tað longu leið til Strumica í Makedonia, at leika teir tríggjar dystirnar í bólki A2, og er dystar skráin hendan
30. juli kl. 16 á Mladost leikvøllinum: Montpellier (FRA) - KÍ
1. august kl. 16 á FC Turnovo leikvøllinum: KÍ - NSA Sofia (BUL)
4. august kl. 16 á FC Turnovo leikvøllinum: Tikvesanka (MKD) - KÍ
KÍ-kvinnurnar kenna so at siga einki til hesu liðini, men væntast kann at Montpellier er tað sterkasta liðið, men tó verður vænta, at størsta mótstøðan verður allur hitin, sum er í Makedonia í hesum døgum. Hitin liggur ímillum tey 35 - 40 hitastigini.
KÍ-kvinnurnar hava roynt sum frægast at samla pengar inn til hendan túrin, men vóru KÍ-kvinnurnar sera óhepnar við lutakastinum, sum ger at ferðaútreiðslurnar blivu nógv hægri enn vóna. So um tað er onkur, sum hevur hug at stuðla KÍ-kvinnunum við einum oyra, kann gera hetta við flyta á konto 9865-104.090.6. Alt er kærkomið.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum mikukvøldið 5. august.
















