05 Juli 2009
KÍ-kvinnurnar taptu steypafinaluna 2-1 eftir at tær høvdu verið aftanfyri 1-0 í hálvleikinum.
Í fyrra hálvleiki vóru liðini nøkulunda jøvn, og vóru tað ikki so nógvir kjansir til liðini. Tað vóru tó KÍ-kvinnurnar sum royndu at trýsta meira, og komu eisini til onkran málkjans, men í 21. minutti fekk AB eitt fríspark, har KÍ-kvinnurnar hildu seg eiga fríspark áðrenn, sum dómarin ikki vildi floyta. Og tað endaði við, at Ragna fekk gult kort, og at Mona Breckmann fekk sparka bóltin í netið eftir at frísparki endaði á tvørtræðinum. KÍ-kvinnurnar royndu at svara aftur, men tær fingu einki mál.
Í seinna hálvleiki løgdu KÍ-kvinnurnar stórt trýst á AB, sum royndi at verja sum frægast, og hetta trýsti endaði við, at Sofía Purkhús kundi í 55. minutti javna fyri KÍ.
Efitr málið hildu KÍ-kvinnurnar áfram at trýsta AB, og tað lá líka sum í luftini at KÍ fór at fáa eitt mál afturat, men inn vildi bólturin ikki, og so hendi tað sum ikki skuldi henda. AB fer í mótálop, og eitt mistak í verjuni gjørdi, at Mona slapp leys, og smekkaði bóltin í netið.
Aftur royndu KÍ-kvinnurnar at svara aftur, og tær høvdu eisini allar møguleikar til at javna, men tær høvdu ikki ein av teimum hepnu døgunum, og tiskil endaði dysturin við at AB vann 2-1.
KÍ ynskir AB hjartaliga tillukku við steypafinaluni.
KÍ - AB 1 - 2 (0 - 1)
0 - 1 Mona Breckmann, 21'
1 - 1 Sofía Purkhús, 55'
1 - 2 Mona Breckmann, 77'
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Ragna Patawary, Eina Kalsø, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús, Elsa Maria Simonsen, Tove Sólheyg, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen, Malena Josephsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mariann Maslyk, Sølvá Andreasen, Jenny Lydersen, Adelheid Olsen
Gult kort: Ragna Patawary, 20'
Venjari: Aleksandar Djordjevic
AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen, Hellen Haraldsen, Asta Magnussen, Valgerð Andreasen - Bjørg Syderbø, Rannvá Jarnskor (Steintóra Joensen, 70'), Olga Kristina Hansen, Elin Kathrina Thomsen, Rannvá Poulsen (Barbara á Dunga, 90') - Mona Breckmann (Ásleyg Súnadóttir, 90')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Rakul Jógvansdóttir, Lisa í Liða
Venjari: Lennard Pedersen
Dómari: Pætur Albinus
Hjálpardómarar: Jóhan Petur Michelsen og Pætur E. Rasmussen
4. dómari: Allan Manai
Eygleiðari: Jens Midjord
















