29 Juni 2009
KÍ-kvinnurnar kunnu halda feriu á fyrsta plássi

KÍ-kvinnurnar vunnu 1-0 í móti AB og løgdu seg á odda í kappingini við sama stigatali sum AB, men KÍ-kvinnurnar eru 21 mál betur enn AB.
Tað var sera týdningarmikið fyri KÍ-kvinnurnar at vinna dystin í móti AB, so munurin ikki bleiv enn størri ímillum liðini. Tað vóru eisini KÍ-kvinnurnar sum byrjaðu dystin betur, og longu í fyrsta minutti høvdu tær fyrsta málkjansin.
KÍ-kvinnurnar stýrdist sera nógv og órógvaðu AB soleiðis, at tær ikki fingu spæli at koyra. KÍ-kvinnurnar valdu at spæla meira beinleiðis, og tað var tíðuligt at síggja, at AB-verjan gjørdist ótrygg av hesum.
KÍ-kvinnurnar løgdu seg á odda í 21. minutti, tá Malena vann bóltin av Hellen í verjuni hjá AB, og hon rak inn í brotsteigin og spældi síðan tvørtur um til Sigrid, sum setti innarusíðuna á.
Eftir málið royndi AB at svara aftur, men tær komu ikki til nakran málkjans. Harafturímóti hevði KÍ fleiri hálvar kjansir, men neyvleikin manglaði í síðsta enda.
Dysturin var ikki væl spældur, men tað vóru nógvir nærdystir á miðvøllinum. KÍ-kvinnurnar hildu áfram við at spæla ágangandi, og tær komu eisini til fleiri hálvar og heilar kjansir. Nærmast kom Rannvá, tá hon smekkaði eitt fríspark beinleiðis uppá mál, men Simona í málinum fekk akkurát fingrarnar á.
Dysturin endaði við 1-0 sigri til KÍ og kunnu KÍ-kvinnurnar halda summarferiu á fyrsta plássi.
Næsti dystur á skránni er steypafinalan, sum í ár verður ímóti AB. Dysturin verður leikt á ovaravølli í Havn kl. 16.
KÍ AB 1 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 21. min.
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Ragna Patawary, Eina Kalsø, Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen, Tove Sólheyg, Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen, Malena Josephsen (Sofía Purkhús, 86')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mariann Maslyk, Adelheid Olsen, Jenny Lydersen, Una Joensen
Venjari: Aleksandar Djordjevic
AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen, Asta Magnussen, Hellen Haraldsen, Rakul Jógvansdóttir (Ásleyg Unadóttir, 80') - Bjørg Syderbø, Steintóra Joensen (Rannvá Poulsen, 36'), Olga Kristina Hansen, Elin Kathrina Thomsen, Lisa í Liða - Mona Breckmann
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Rannvá Jarnskor, Valgerð Andreasen, Barbara á Dunga
Venjari: Lennard Pedersen
Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Werner Hentze og Jón Kári í Brekkuni
















