KÍ-kvinnurnar skulu enn einaferð til Makedonia at leika í Uefa Women's Champions League

Image

Lutakast hevur í dag verið í Uefa Women's Champions League og endaði tað við, at KÍ-kvinnurnar skulu ein túr til Makedonia.
KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki 2 saman við Montpellier Hérault SC úr Fraklandi, FC NSA Sofia úr Bulgaria og ZFK Tikvesanka úr Makedonia, sum verður vertur fyri kappingina.
Hetta er aðruferð KÍ-kvinnurnar skulu til Makedonia. Tær vóru eisini har í 2005.
Kappingini er skipa sum minikappingar, har fýra lið eru í hvørjum bólki. Vinnarin fer víðari í 1/16-finalurnar.
Dystirnir verða leiktir 30. juli, 1. aug. og 4. aug.