KÍ-kvinnurnar eru aftur í ár ein partur av steypafinaluni, eftir at tær vunnu 2-0 á Víkingi í kvøld

Image
Ann Olsen dystast um bóltin
 

KÍ-kvinnurnar skulu aftur ár leika steypafinalu. Hetta gjørdist greitt eftir at KÍ-kvinnurnar vunnu 2-0 í seinnu hálvfinaluni í Gøtu í kvøld. KÍ-kvinnurnar vunnu eisini ta fyrru hálvfinaluna 2-0.
Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki har spæli fyri tað mesta gekk fyri seg á miðum vølli. Hvørki av liðunum megnaði at leika seg fram til nakrar serligar kjansir, so tað var í lagið at hálvleiksstøðan var 0-0

Image
Sigrid skoraði til 2-0
 

Í seinna hálvleiki kom meira lív í dystin og spælið gjørdist eisini betur. Tað var KÍ sum kom til tann fyrsta stóra kjansin, tá Rannvá smekkaði til úti frá, men málverjin fekk bjarga til hornaspark.
Tað eydnaðist tó KÍ at leggja seg á odda í 59. minutti, tá Eina setti høvdið á bóltin og stúðaði hann í netið, eftir eitt hornaspark frá Rannvá úr høgru síðu.
Víkingur hevði onkran kjansin at javna, og tær vóru sera nær við, tá Heidi Sevdal slapp leys, men skotið hjá henni brast í stongina.

Image
Rannvá stýrdi miðvøllinum í dag


KÍ-kvinnurnar fingu eitt mál afturat, tá Sigrid vann eitt útspark frá málverjanum og smekkaði bóltin í ein boða og í málið til endaligu støðuna 2-0.
KÍ-kvinnurnar eru sostatt í steypafinaluni efitr ein samanlagdan sigur uppá 4-0, og har skulu tær leika ímóti AB, sum vann samanlagt 9-1 á 07vestur/MB.
Finalan verður leikt 4. juli.

Víkingur - KÍ 0 - 2 (0 - 0)
0 - 1 Eina S. Kalsø, 59'
0 - 2 Sigrid Jacobsen, 87'

Víkingur
Anna Kristina Joensen - Gunvá Pálsson, Rósa Magnussen, Heidi Heinesen, Lis Justinussen - Anna Malena Højgaard (Nelly Poulsen, 74'), Kristinbjørg Isaksen, Jacoba Langgaard, Sanna Jacobsen (Jeanett Holm, 54'), Heidi Sevdal (Mary-Ann Isaksen, 74') - Maibritt Olsen
Venjari: Magni Jarnskor


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Paula Sjóstein, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús (Adelheid Olsen, 74'), Tove Sólheyg, Rannvá Andresen, Eina Kalsø (Mariann Maslyk, 74') - Sigrid Jacobsen, Ása K. Thomsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen
Gult kort: Ása K. Thomsen
Venjarar: Rasmus Jacobsen, Birgit Ryan og Erik Nielsen

Dómari: Jákup Martin Kjeld
Hjálpardómarar: Jan Andersen, Werner Hentze