KÍ-kvinnurnar skulu leika ímóti Víkingi í hálvfinaluni í steypakappingini

Lutakast var í 3-2 mánakvøldið, um hvussu liðini skulu leika í hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Liðini, sum vóru í pottinum vóru, KÍ, AB, Víkingur og 07-vestur. Úrslitið av lutakastinum gjørdist, at KÍ-kvinnurnar skulu leika ímóti Víkingi og 07-Vestur og AB møtast í hinari hálvfinaluni. Dystirnir verða leiktir 2. hvítusunnudag og 21. juni.
Sostatt skulu KÍ-kvinnurnar leika ímóti Víkingi 2. hvítusunnudag í Klaksvík, og byrjar tann dysturin kl. 13.