KÍ-kvinnurnar vunnu 4-1 á VB/Sumba í Vági, og eru sostatt klárar til hálvfinaluna

Image 

KÍ-kvinnurnar vunnu fjórðingsfinaluna 4-1 ímóti VB/Sumba í Vági, men tær fingu eitt lítlan hvøkk, tá 10 minuttir vóru leiktir, tí tá løgdu VB/Sumba kvinnurnar seg nemliga á odda 1-0. Hetta málið fekk KÍ-kvinnurnar at vakna og tær tók seg saman og byrjaðu at spæla betur. Tá so 20 minuttir vóru leiktir javnaði Paula Mikkelsen við einum flottum langskotið. Í 36. minutti løgdu KÍ-kvinnurnar seg framum við máli, sum Mariann Maslyk gjørdi aftaná eitt hornaspark.
Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvat lið fór at vinna dystin, tí KÍ-kvinnurnar áttu nærum alt. í 66. minutti økti Eina Kalsø um leiðsluna tá hon bleiv spælt leys, og einsamøll við málverjanum sveik hon ikki. Í 83. minutti slóg Malena Josephsen sigurin fastan, tá hon frá stuttari fjarðstøðu smekkaði bóltin í netið.
KÍ-kvinnurnar eru nú klárar til hálvfinaluna í steypakappingin, sum verða leiktar 1. juni og 17. juni.

Image 

VB/Sumba - KÍ 1 - 4 (1 - 2)
1 - 0 Svava Vesturgaard, 10'
1 - 1 Paula Mikkelsen, 20'
1 - 2 Mariann Maslyk, 36'
1 - 3 Eina Kalsø, 66'
1 - 4 Malena Josephsen, 83'

VB/Sumba
Anna Maria Augustinussen - Guðrið Vestergaard, Sára Samuelsen, Barbara Jacobsen, Una Egilsdóttir (Helena Kjærbæk, 78'), Sunneva Magnussen, Monika Samuelsen, Svava Vestergaard, Jórun Bech (Miriam Michelsen, 60'), Helen Lindenskov, Rita Simonsen
Venjari: Bibi


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Eina Kalsø, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús (Rannvá Andreasen, 50'), Tove Sólheyg, Malena Josephsen, Ása K. Thomsen (Sølvá B. Andreasen, 64') - Elsa Maria Simonsen (Petra Sjóstein, 50'), Mariann Maslyk
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Vár Jenny Lydersen
Venjari: Rasmus Jacobsen

Dómari: Jan Hermansen
Hjálpardómarar: Hallur Christiansen og Niels Petersen