18 Mai 2009
KÍ-kvinnurnar hava nú skorað 26 mál í trimum teim seinastu dystunum

Mennirnir hjá KÍ hava havt trupuleikar at skorað mál í ár, men teir skulu ikki leita leingið fyri, at finna uppskriftir uppá, hvussu ein finnur vegin til málið, tí KÍ-kvinnurnar hava nemliga skorað heili 26 mál í teimum seinastu dystunum.
Hetta vikuskiftið stóð so Víkingur fyri tørni. Tær verða mettar at vera eitt lið, sum kann arga toppliðini, men í Klaksvík komu tær ongantíð nær við, at arga.
Veðrið var ikki av tí besta tá dysturin bleiv spældur, so tað bleiv eitt sindur trupult at fáa tað góða fótbóltspælið fram.
KÍ legði hart út og komu fram til kjansir beinanvegin, men tað gingu tó 8 minuttir til tær fingu fyrsta málið, sum Sigrid Jacobsen skeyt. KÍ-kvinnurnar hildu fram við offensiva spælinum, og komu fram til fleiri kjansir, og onkuntíð vóru heilt nær við at økja, men antin var stongin ella málverjin hjá Víkingi fyri. Men beint fyri hálvleik eydnaðist tað tó KÍ-kvinnunum at leggja seg á odda 2-0 tá Elsa Maria sendi eitt hornaspark beinleiðis í netið.
Seinni hálvleikur var líkur tí fyrra. Tað var KÍ sum stýrdi dystinum, og høvdu bóltin fyri tað mesta. Tær fingu eisini trý mál afturat, sum Rannvá við tveimum málum og Sofía stóðu fyri. Víkingur hevði ikki nógv frameftir vøllinum, men tær høvdu tó eitt langskot, sum kundi enda málinum, men Randi bjargaði meistarliga, so KÍ-kvinnurar kundu fara av vøllinum við einum 5-0 sigri.
Hósdagin skulu KÍ-kvinnurnar leika fjóðringsfinaluna í steypakappingini ímóti VB/Sumba í Vági.
KÍ - Víkingur 5 - 0 (2 - 0)
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 8'
2 - 0 Elsa Maria Simonsen, 38'
3 - 0 Rannvá Andreasen, 49'
4 - 0 Sofía Purkhús, 69'
5 - 0 Rannvá Andreasen, 79'
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Eina Purkhús, Petra Sjóstein (Paula Sjóstein, 71'), Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen (Sofía Purkhús, 62'), Malena Josephsen, Tove Sólheyg (Mariann Maslyk, 76'), Rannvá Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Sigrid Mikkelsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Sølvá B. Andreasen, Jenny Lydersen
Venjari: Aleksandar Djordevic
Hj. venjarar: Rasmus Jacobsen, Erik Nielsen, Birgit Ryan
Víkingur
Anna Kristina Joensen - Lis Justinussen (Marjun Poulsen, 18'), Rósa Magnussen, Ingun Jacobsen (Jóngerð Skoradal, 62'), Nelly Poulsen - Anna Malena Højgaard, Sanna Jacobsen, Leila Pætursdóttir, Kristbjørg Isaksen, Jeanett Holm - Maibritt Olsen
Venjari: Magni Jarnskor
Dómari: Werner Hentse
Hjálpardómarar: Dania Joensen, Jan Andersen
















