09 Mai 2009
KÍ-kvinnurnar vunnu aftur ein stórsigur, tá tær vunnu 8-0 á EB/Streymi

Tað var bæði vindur og regn tá KÍ-kvinnurnar vitjaðu í Streymnesi. KÍ-kvinnurnar høvdu í fyrra hálvleiki mótvind, men tað løgdu tær ikki so nógv í, tí EB/Streymur hevði valt at liggja heilt aftur í brotsteiginum allan dystin, og tí vóru tær sjálvdan farligar frameftir. Tær høvdu bert tann eina kjansin í dystinum, tá Randi fekk hálvbjarga frá einari EB/Streyma-gentu, sum kom einsamøll ímóti henni, men Paula fekk rudda bóltin vekk, áðrenn hann fór í málið.
Harafturímóti høvdu KÍ-kvinnurnar bóltin meginpartin av tiðini, og tær fingu eisini átta mál í dystinum. Rannvá var á plettinum heili 4 ferðir í dag, Malena gjørdi 2 og Ragna og Sofía gjørdu hvørt sítt mál.
KÍ-kvinnurnar hava nú gjørt 21 mál í 2 dystinum nú, so annað kann ikki sigast enn tær hava fingið gongd á málmaskinuna.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður sunnudagin 17. mai ímóti Víkingi í Klaksvík.
EB/Streymur - KÍ 0 - 8 (0 - 3)
0 - 1 Rannvá Andreasen, 12'
0 - 2 Malena Josephsen, 23'
0 - 3 Rannvá Andreasen, 27'
0 - 4 Ragna Patawary, 51'
0 - 5 Sofía Purkhús, 61'
0 - 6 Rannvá Andeasen, 65'
0 - 7 Malena Josephsen, 68'
0 - 8 Rannvá Andreasen, 83'
EB/Streymur
Vivian S. Larsen - Elin Kruse, Sunnuvá Vesturdal, Jóhanna Kúrberg, Sigrun Kristiansen, Anna Abelsen (Kristina Glivradal), Frida Gregersen, Mildrið Djurhuus, Sólja Eiðisgarð, Rudi Zachariassen, Mariann Hansen (Marita Olsen)
Venjari: Bjarni Arnason
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Petra Sjóstein, Ragna Patawary (Vár Jenny Lydersen), Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen (Sigrid Jacobsen), Tove Sólheyg, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen - Elsa Maria Simonsen, Sofía Purkhús (Sølvá Andreasen)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eina Kalsø, Mariann Maslyk.
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Hjálparvenjari: Rasmus Jaocbsen
Dómari: Búi F. Clementsen
Hjálpardómari: Rúni Klementsen, Jón Koytu Petersen
















