04 Mai 2009
KÍ-kvinnurnar hava havt trupuleikar, at skora uppá allar kjansirnar tær hava havt í teimum seinastu dystunum. Tað byrjaði ímóti AB, tá tær taptu 0-1, hóast tær høvdu eitt hav at málkjansum. Og tað hevur fylgt teimum í flestu dystunum, men ímóti Skála kom vend í. Nú komu tær til rættuliga nógvar kjansir, og tær skoraðu eisini uppá teir flestu. Tær vóru neyvar í teirra avsluttingum, hóast onkur kjansur bleiv brendur.
KÍ-kvinnurnar byrjaðu málveitsluna í 14. minutti, tá Malena legði KÍ á odda við uppleggi frá Rannvá, og tær steðgaðu ikki aftur fyrr enn støðan bleiv 13-1. So ein kann ikki siga at KÍ-kvinnurnar vóru seraliga blíðar við Olga Fríðunn í málinum hjá Skála. Tey 13 málini gjørdu Rannvá Andreasen 5, Malena Josephsen, 3, Eina Kalsø, Ragna Patawary, Ann Olsen, Sofía Purkhús hvør sítt. Kirstinbjørg Frederiksberg skoraði fyri Skála uppá eitt sera ivasamt brotsspark.
Kvinnurnar leika aftur leygardagin ímóti EB/Streymi.
KÍ - Skála 13 - 1 (6 - 0)
1 - 0 Malena Josephsen, 14'
2 - 0 Rannvá Andreasen, 18'
3 - 0 Eina Kalsø, 35'
4 - 0 Malena Josephsen, 37'
5 - 0 Rannvá Andreasen, 43'
6 - 0 Rannvá Andreasen, 44'
7 - 0 Ragna Patawary, 48'
8 - 0 Mariann Joensen, 51'
9 - 0 Sofía Purkhús, 55'
10 - 0 Rannvá Andreasen, 64'
11 - 0 Ann Olsen, 71'
11 - 1 Kirstinbjørg Frederiksberg, 73' brsp.
12 - 1 Malena Josephsen, 81'
13 - 1 Rannvá Andreasen, 85'
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Petra Sjóstein, Ragna Patawary, Jenny Lydersen (Paula Mikkelsen, 46') - Sofía Purkhús (Adelheid Olsen '69), Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Rannvá Andreasen - Elsa Maria Simonsen (Mariann Joensen '46), Eina Kalsø.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Sølvá Andreasen, Sigrid Jacobsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Skála
Olga F. Olsen - Maria í Króki, Fríðrún Danielsen, Kirstinbjørg Frederiksberg, Hallgerð Hansen (Jóhanna Poulsen, 83'), Marin Gregersen, Mirjam Frederiksberg, Mirjam Johannesen (Jónleyg Poulsen 64'), Birita Poulsen (Sólveig Frederiksberg 64'), Sólfríð Christiansen, Evi Mikkelsen
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Jóhanna í Króki
Venjari: Ingun Hansen
Dómari: Jákup L. Stenberg
















