26 Apríl 2009
KÍ-kvinnurnar vunnu 6-0 á B68/NSÍ eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin ímillum KÍ og B68/NSÍ. KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin meginpartin av tíðini, og B68/NSÍ lógu langt afturi á vøllinum og vardu. Hetta gjørdi, at tað var eitt sindur trupult hjá KÍ-kvinnunum at leika seg í gjøgnum, so tað skuldi eitt hornaspark til, at seta tær í gongd. Tað blivu tó ikki meira enn tvey mál í fyrra hálvleiki, sum Sofía og Rannvá gjørdu.
Í seinna hálvleiki lá B68/NSÍ framvegis aftarlaga á vøllinum, og royndu at avmarka tapið. Tað eyndaðist tó KÍ at skorað fýra ferðir afturat, og hesum málum stóðu Rannvá, Ragna, Sigrid og Elsa Maria fyri. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 6-0 tll KÍ.
Næsti dysturin hjá KÍ verður sunnudagin 3. mai ímóti Skála.

KÍ - B68/NSÍ 6 - 0 (2 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 13'
2 - 0 Rannvá Andreasen, 23'
3 - 0 Ragna Patawary, 60'
4 - 0 Elsa Maria Simonsen, 64'
5 - 0 Rannvá Andreasen, 65'
6 - 0 Sigrid Andreasen, 69'
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Sølvá Andreasen (Paula Sjóstein, 75'), Ragna Patawary, Jenny Lydersen (Paula Mikkelsen, 63') - Sofía Purkhús, Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen - Sigrid Jacobsen, Ása K. Thomsen (Mariann Maslyk, 68')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Petra Sjóstein
Venjari: Aleksandar Djordjevic
B68/NSÍ
Nina Davidsen - Joan M. Mikkelsen (Jakoba Sevdal, 63'), Maibritt Svalbard, Sanna D. Fosdalsá, Erna Svalbard (Herborg Petersen, 40'), Eir Hansen, Unn Hansen, Ansy Sevdal, Hildigerð á Sondum, Elly L. Jóanesarson (Kristin Gaardbo, 90*'), Hansina Joensen.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mia Heinesen
Venjari: Johnleif Gerðisá
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Bárður Mortensen, Sandy í Lambanum



















