KÍ-kvinnurnar leika ímóti B68/NSÍ kl. 12:45 sunnudagin. KÍ-kvinnurnar takað móti B68/NSÍ sunnudagin kl. 12:45. Um KÍ-kvinnurnar skulu fylgja AB í toppinum, so er einki annað enn sigur góðtikin ímóti B68/NSÍ.
B68/NSÍ kom upp í 1. deild orsaka av at B36 tók sítt lið úr kappingini, og hava tær eitt ungt lið, har fleiri av leikarnum ikki vanar við at leika í bestu deildini, men øll lið vilja vinna á KÍ og B68/NSÍ er einki undantak.
Tað ræður um hjá fólki at fara tíðliga á plenuna ímorgin og stuðla KÍ-kvinnunum. Dysturin byrjar sum sagt kl. 12:45.