23 Apríl 2009
KÍ-kvinnurnar vunnu 2-1 á Víkingi í Gøtu eftir hálvleiksstøðuna 2-0

Tað var av ringastu fótbóltslíkindinum tá Víkingur tók ímóti KÍ-kvinnunum í Gøtu. Tað var nógvur vindur og regn, so tað var eitt sindur trupult at finna tað góða fótbóltsspælið fram.
KÍ-kvinnurnar spældu undan vindinum fyrst, og høvdu eisini bóltin meira, men vindurin var nógvur, so flestu bóltarnir blivu ov langir og endaðu aftanfyri baklinjuna ella inni hjá málverjanum.
KÍ-kvinnurnar fingu tó tvey mál áðrenn hálvleik. Tað fyrra gjørdi Sofía eftir eitt sindur at trunkaspæl frammanfyri málið, og tað seinna gjørdi Rannvá, tá hon sendi eitt hornaspark beinleiðis í netið.
Í seinna hálvleiki spældu KÍ-kvinnurnar ímóti vindinum, og tað gjørdi at Víkingur kom eitt sindur longur fram á vøllin. Tær fingu eisini eitt mál tíðliga í seinna hálvleiki, sum Jeanett Holm gjørdi. KÍ-kvinnurnar høvdu tað lættari at spæla ímóti vindinum og tær høvdu eisini onkrar kjansir at økja, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum.
KÍ-kvinnurnar liggja nú á øðrum plássi við 6 stignum. AB liggur nr. 1 við 9 og Víkingur liggur nr. 3 við 4 stigum.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður sunnudagin kl. 12:45 í Klaksvík ímóti felagsliðnum B68/NSÍ.
Víkingur - KÍ 1 - 2 (0 - 2)
0 - 1 Sofía Purkhús
0 - 2 Rannvá Andreasen, 45'
1 - 2 Jeanett Holm
KÍ
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Petra Sjóstein (Petra Sjóstein, 46'), Ragna Patawary, Ann Olsen - Ása K. Thomsen (Jenny Lydersen), Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen, Sofía Purkhús.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen, Mariann Maslyck, Sølvá Andreasen.
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Hjálparvenjarar: Rasmus Jacobsen, Birgit Ryan, Erik Nielsen
Liðleiðari: Tove Sólheyg
restin av hagtølunum koma seinni.
















