Kvinnulandsliðið endaði á fyrsta plássi í vinarkappingini í Kroatia

Image
Glaðar gentir aftaná sigurin á Kroatia
 

 

Kvinnulandsliðið luttók á í síðstu viku í eini Uefa vinarkapping í Kroatia, har umframt Føroyar, Bosnia, Litava og vertslandið Kroatia luttóku.
Fyrsti dysturin var ímóti Kroatia, sum var mett at vera sterkasta landið við kappingini. Men tað løgdu føroysku kvinnurnar ikki so nógv í, og vunnu dystin 3-1. Kroatia hevði kanska bóltin meira, men tær spældu seg ikki til nógvar kjansir, meðan føroysku kvinnurnar vóru skarpar frammanfyri málið. Málini í dystinum gjørdu Heidi Sevdal og okkara Rannvá og Malena.
Næsti dysturin var ímóti Bosnia-Herzegovina. Hendan dystin komu okkara kvinnur ikki so væl frá. Tær taptu dystin 3-2 eftir at tað stóð á jøvnum 2-2 í hálvleikinum. Føroysku kvinnurnar fingu ringa byrjan, og komu afturúr 2-0 longu tá umleið 15. min. vóru leiktir. Men tær kempaðu seg væl innaftur í dystin og beint fyri hálvleik fingu tær tvey skjót mál og javnaðu. Fyrst var tað Rannvá, sum minkaði um munin við einum brotssparki og Heidi Sevdal javnaði við einum flottum málið.
Bosnia fekk tó eitt mál afturat í seinna hálvleiki, og føroysku kvinnurnar megnaðu ikki at koma aftur og taptu tískil fyrsta dystin síðan 2007.

Image
Fyrstu ellivu ímóti Bosnia
 

Seinasti dysturin var ímóti Litava. Hesum liðnum hava føroysku kvinnar spælt ímóti tvær ferðir fyrr, og hava tær tapt einaferð og vunnið einaferð. Tað var tó Litava, sum kom betur frá byrjan, og løgdu seg á odda næstan beinanvegin. Men føroysku kvinnurnar góvu ikki upp og royndu at kempa seg innaftur í dystin. Tær komu eisini til fleiri kjansir, men tað var ikki fyrr enn beint áðrenn hálvleik, at føroysku kvinnurar javnaðu. Tað var Rósa Magnussen úr Víkingi, sum skoraði tað málið eftir hornaspark.
Í seinna hálvleiki stýrdu okkara kvinnur dystinum og skoraðu tvey mál afturat. Fyrst var tað Heidi Sevdal sum skoraði til 2-1 og síðani var tað Malena, sum gjørdi tað til 3-1.
Úrslitið bar við sær at føroysku kvinnurnar endaðu á einum fyrsta plássi í kappingini. Sama stigatal sum Kroatia og Bosnia, men Føroyar var best innanhýsis ímillum tey liðini.
Føroysku kvinnurnar hava nú onga avbjóðing fyri framman, so hvat tað næsta verður fyri kvinnurnar er ógreitt.
KÍ-kvinnurnar áttu fimm leikarar á ferðini, Rannvá, Ragna, Ann, Randi og Malena, og leiktu tær nærum allar dystirnar.