KÍ-kvinnurnar leika ímóti Víkingi í Gøtu mikukvøldið kl. 18:30

Image
KÍ-kvinnurnar máttu lúta fyri AB seinasta dyst
 

Nú landsliðið er afturkomið úr Kroatia við frálíkum úrsliti, fer landskappingin í gongd aftur. KÍ-kvinnurnar skulu til Gøtu at leika ímóti Víkingi. Eftir at KÍ-kvinnurnar taptu eitt sindur óvænta ímóti AB seinasta dyst, so er kravi til tær nú, at tær mugu vinna dystin. Víkingur hevur eitt lið, sum ein kann rokna við, kemur at liggja í toppinum, so tað verður ikki nakar lættur dystur.
Dysturin byrjar kl. 18:30 í Gøtu.