KÍ-kvinnurnar taptu 1-0 ímóti AB eftir, at tað stóð á jøvnum 0-0 í hálvleikinum

Image
Elsa Maria og Olga Kristina á hvør sínum liði.
 

 

KÍ-kvinnurnar máttu leggja rygg til eitt 1-0 ósigur á AB í dag. Hetta er fyrstu ferð síðan 1999, at KÍ-kvinnurnar hava tapt á heimavølii.
Tað vóru KÍ-kvinnurnar, sum byrjaðu dystin betur, og nærum allan fyrra hálvleik trýstu tær á AB málið. Tær høvdu eitt hav av málmøguleikum, sum tær ikki fingu mál uppá.
AB hevði ikki nógv at bjóða uppá frameftir vøllinum, og var Randi nærum arbeiðsleys allan dystin.
Í seinna hálvleik var leikgondin tann sama, tað var KÍ, sum royndi at trýsta fyri at fáa mál, tó uttan at vera eins farligar, sum tær høvdu verið í fyrra hálvleiki. Tá ein ikki skorðar uppá málkjansirnar, so verður man revsaður í hinum endanum, og tað blivu KÍ-kvinnurnar eisini í dag. Málverjin hjá AB sparkar bóltin langt fram á vøllin. Verjan hjá KÍ fer skeiv av bóltinum, og fær ikki rudda burtur, og Mona Breckmann kemur í millum og lyftir bóltin uppum Randi í málinum. Aftaná málið royndi KÍ, at trýsta fyri at fáa javna, men tær vóru ongantíð nær við at javna.
AB hevur nú trý stig meira enn KÍ á stigatalvuni, men tað eru 18 dystir eftir at leika, so nú mugu KÍ-kvinnurnar taka seg saman, og vinna restina. Hetta var kanska tað, sum skuldi til at fáa KÍ at vakna.

KÍ - AB 0 - 1 (0 - 0)
0 - 1 Mona Breckmann, 68'


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Petra Sjóstein, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Ása K. Thomsen (Eina Kalsø, 53'), Malene Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Jenny Lydersen, Sølvá Andreasen, Mariann Maslyk

Venjari: Aleksandar Djordjevic

AB
Simona Heinesen - Vilhelmina Olsen (Barbara á Dunga, 77'), Asta Magnussen, Hellen Haraldsen, Rakul Jógvansdóttir - Bjørg Syderbø, Olga K. Hansen, Steintóra Joensen, Lisa í Liða, Rudi Rasmussen - Mona Breckmann
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Barbara Danielsen, Sandra R. Joensen, Valgerð Andreasen, Áleyg Súnadóttir

Venjari: Lennard Pedersen

Dómari: Alex Troleis
Hj. dómari: Kári J. á Høvdanum
Hj. dómari: Jan Andersen