Kvinnurnar leika ímóti AB leygardagin kl. 12:15 í Klaksvík

Eftir ætlan skuldi dysturin verða leiktur sunnudagin, men AB-kvinnurnar hava ynskt at fáa dystin fluttan, og KÍ-kvinnurnar gingu við til, at dysturin kundi flytast til leygardagin.
Hóast tað er tíðliga uppá kappingarárið, so kann hesin dysturin hava stóran týdning fyri kappingina. AB verður mett av fleiri, at vera liðið sum skal geva KÍ stóra mótstøðu í ár. Tær hava fingið nakarar nýggjar leikarar, har ímillum Olgu Kristinu, sum leikti við KÍ í fjør, á liðið, og hetta skuldi gjørt at liðið er nakað sterkari enn í fjør.
KÍ-kvinnurnar fara tó at gera alt fyri at vinna dystin, og leggja seg trý stig framum á stigatalvuni.
Dysturin verður sum sagt leygardagin kl. 12:15.