KÍ-kvinnurnar vunnu 5-0 á EB/Streymi eftir hálvleiksstøðuna 3-0

Tað er eitt nakað broytt lið, sum KÍ-kvinnurnar hava nú. Randi Wardum, sum í fjør bleiv íslendskur meistari við Valur, verjir nú málið aftur hjá KÍ-kvinnunum. Í verjuni eru Sjóstein systrarnar afturkomnar, og Mariann er eisini komnin aftur eftir barnsburð. Eisini eru tær ungu blivnar eitt ár eldri og eitt ár betur, so framtíðin sær sera góð út hjá KÍ-kvinnunum.
Fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum var í móti EB/Streymi, og vunnu KÍ-kvinnurnar hendan dystin 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Tað var KÍ, sum hevði bóltin meginpartin av tiðini, og vóru EB/Streyma kvinnurnar sjálvdan at síggja í KÍ brotsteiginum.
Tað var Rannvá, sum legði KÍ á odda í 6. minutti og hóast kjansir vóru til fleiri mál, so máttu KÍ-kvinnurnar bíða líka 33. minutt til at gera annað málið, sum Ása K. Thomsen tók sær av. Tað gingu tó bara 5. minuttir til Ása aftur var uppá spæl, tá hon við góðum skoti gjørdi tað tl 3-0. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá Rannvá gjørdi tað til 4-0. KÍ-kvinnurnar royndu at spæla seg í gjøgnum verjuna, men tær fingu bert tað eina málið afturat, sum Sofía Purkhús gjørdi. Sigurin kundi verið nógv størri, men 3 stig komu í hús, og tað var tað týdingarmikla.
KÍ-kvinnurnar leika longu aftur leygardagin kl. 12, tá tær takað ímóti AB.

KÍ - EB/Streymur 5 - 0 (3 - 0)
1 - 0 Rannvá Andreasen, 6. min.
2 - 0 Ása K. Thomsen, 33. min.
3 - 0 Ása K. Thomsen, 38. min.
4 - 0 Rannvá Andreasen, 46. min.
5 - 0 Sofía Purkhús, 53. min.


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Petra Sjóstein, Ragna Patawary, Vár Jenny Lydersen - Sofía Purkhús (Adelheid Olsen, 74'), Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen (Sølvá Andreasen, 65'), Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen - Rannvá Andreasen, Ása K. Thomsen (Eina Kalsø, 46')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mariann Joensen, Paula Mikkelsen

Venjari: Aleksandar Djordjevic
Hj. Venjari: Rasmus Jacobsen
Hj. venjari: Birgit Ryan
Liðleiðari: Tove Sólheyg

EB/Streymur
Vivian Larsen - Sigrun Kristiansen, Anntóra Láadal, Mariann Hansen (Sunnvá Vesturdal, 62'), Jóhanna Kúrberg, Maria Zachariasen, Rudi Zachariassen, Marita á Høang, Rakul Magnussen, Elin Kruse, Sólja Eiðisgarð
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Marita Olsen
Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Kristian Sofus Petersen
Hjálpardómari: Sandy i Lambanum
Hjálpardómari: Magnus Jørmundsson