31 Mars 2009
Útsetti dysturin ímóti EB/Streymi verður mikukvøldið kl. 18:30
KÍ-kvinnurnar leika sín fyrsta landskappingardyst í hesum kappingarárinum mikukvøldið kl. 18:30. Ársins fyrsti dystur er ímóti EB/Streymi, sum fluttu upp í 1. deild í ár. Hesin dysturin skuldi verið leiktur leygardagin, men bleiv útsettur vegna kava.
Hini liðið leika eisini mikudagin og eru dystirnir hesir:
AB - Skála
Víkingur - B68/NSÍ
















