Leygardagin kl. 13 skulu KÍ-kvinnurnar leika ímóti EB/Streymi á Injector Arena

Image
Ása í dysti ímóti B36 (Savnsmynd)

KÍ-kvinnurnar, sum hava vunnið gull tey seinastu 9 árini, leggja út við at leika ímóti EB/Streymi. EB/Streymur leikti í fjør í 2. deild, men nú hava tær so leikt seg uppaftur í 1. deild.
Liðið hjá KÍ-kvinnunum er nakað broytt í mun til í fjør. Olga Kristina Hansen og Doris í Garði hava báðar valt, at fara leika við AB í ár, og Olga Fríðunn Olsen, sum vardi málið hjá KÍ-kvinnnum í fjør, er farin at leika við Skála.
Harafturímóti hava KÍ-kvinnurnar fingið Randi S. Wardum í millum stengurnar aftur, eftir at hon í fjør var við at vinna Íslendska meistaraheitið við Vali. Eisini Petra Sjóstein er komin aftur eftir útlegd í B36 í eitt ár. Mariann Joensen og Vivian Bjartalíð eru eisini við aftur, eftir barnsburðrarfarloyvið.
KÍ-kvinnurnar fara, eins og undanfarin ár, at gera alt fyri at vinna meistaraheitið fyri 10. ferð á rað, og lagt verður út leygardagin kl. 13 tá EB/Streymur kemur á vitjan.

Hinir dystirnir eru:
Kl. 12:00 Vikingur - B68/NSÍ
Kl. 14:00 AB - Skála