Tað verða fimm KÍ-kvinnur, sum koma umboða føroyska kvinnulandsliðið í Kroatia.

Image
KÍ-kvinnur við landsliðnum í Litava í okt. 2008
 

 

 

A-kvinnulandsliðið skal í døgnum 9 - 17. apríl luttaka í eini Uefa vinarkapping í Kroatia. Tær skulu leika tríggjar dystir, har mótstøðuliðini verða Kroatia, Bosnia-Hersegovina og Litava.
Álvur Hansen, landsliðsvenjari hevur úttikið Rannvá B. Andreasen, Ragnu Patawary, Ann Olsen, Randi S. Wardum og Malenu Josephsen úr KÍ við. Harumfarmt er eisini Annelisa Justesen og Olga Fríðunn Olsen eisini við. Annelisa er í løtuni í Danmark í útbúgvingarørindum, og leikar til dagligt við Skjold. Olga Fríðunn hevur í ár valt at leika við Skála.
Hinar úttiknu: Heidi Sevdal, Rósa Magnussen, Víkingur, Monika Samuelsen, VB/Sumba, Fríðrún Danielsen, Kirstinbjørg Frederiksberg, Skála, Bjørg Syderbø, Olga Kristina Hansen, Asta Magnussen, Hellen Haraldsen, Mona Breckmann, Steintóra Joensen, AB.