11 Mars 2009
KÍ-kvinnurnar skipa leygardagin fyri mat- og køkutombola í KÍ-høllini
KÍ-kvinnurnar skipa fyri stórum mat- og køkutombola í KÍ-høllini leygardagin kl. 13. Eisini fara tær at selja kaffi, te og vaflur í samband við Klaksvíkskappingina.
KÍ-kvinnurnar skulu aftur í ár luttaka í Uefa Champions League, og tað er í hesum sambandi, at tær skipa fyri tiltakinum. Allur peningurin sum kemur inn fer til luttøkuna.
Komið øll og stuðli leygardagin kl. 13 í KÍ-høllini.
















