11 Februar 2009
Skrivið verður endurgivið niðuanfyri:
KÍ-kvinnur hava verið FM-vinnarar tey seinastu nógvu árini. Hetta eru vit bæði glað og stolt av í Klaksvíkar Ítróttarfelag.Vit sita tó við einari kenslu av, at vit júst av hesi orsøk koma út sum taparar. Tað er ongin loyna, at hini feløgini í Føroyum ikki raðfesta kvinnufótbóltin serliga høgt. Tey síðstu árini eru leikarar úr høvuðstaðarøkinum fluttir til Klaksvíkar at leika, tí her verður gjørt nakað fyri kvinnurnar.Vit hava tey seinastu árini roynt at givið 1. deild kvinnum somu sømdir sum mennirnir fáa; tað vil siga venjingarklæðir og royndar venjarar við røttum skeiðum. Hetta ber eisini við sær at kostnaðar støðið hjá liðinum er hækkað.Her er eitt dømi uppá rakstur av 1. kvinnuliði hjá okkum:Venjara 60000 krRekvissitir 15000 krDøming 15000 krFerðing 15000 krAnnað 10000 krSamlað 115000 kr Við at hava eitt miðvíst seriøst arbeiðið við 1. deild kvinnum er tað hent, at vit hava vunnið okkum rætt at luttaka í Europa-cup tey seinastu árini. Hetta hevur kostað okkum frá 130.000 kr. til 170.000 kr. hvørjaferð vit hava veri uttanlanda.Tað vil siga, at KÍ hevur eina útreiðslu hvørt ár uppá 1 deild kvinnur á uml. 270.000 kr.Vit halda, at FM-vinnarin í kvinnufótbólti skuldi altíð fingið eina peningaupphædd á uml. 150.000 kr. fyri Føroyameistaraskapið. Hetta hevði ført við sær stóra menning av kvinnufótbóltinum um alt landið. Nú er kvinnu-fótbólturin við sviðusoð. Tað eru t.d bert 5 lið sum hava lið í fremstu røð bæði hjá kvinnum og monnum. Hetta meta vit er skeivt. FM vinnarin hjá monnum fær uml. 1.800.000 kr fyri at vinna.Vit meta, at tað er órímuligt at eitt kvinnu-lið er betri fyri felagið, um tað onki vinnur og verður niðurprioriterað.Við hesum í huga søkir KÍ um 150.000 kr í stuðul fyri Europa-cup luttøkuna hjá kvinnum 2009. Klaksvík 10-2-2009 Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag
















