Ikki óvænta áttu KÍ-kvinnurnar besta málverjan og besta venjarin. Eisini mennirnir átti besta málverjan.

Miðlahúsið skipaði fríggjakvøldið fyri einari fótbóltsveitslu har tey bestu skuldu finnast. Fyrst vóru tað bestu málverjarnir hjá monnum og kvinnum, sum skuldu finnast, og her gjørdi KÍ bart og vann báðar heiðrarnar. Jákup Mikkelsen, sum í fleiri dystum hevur bjarga KÍ, bleiv valdur til besta málverja hjá monnum. Olga, sum avloysti Randi í málinum í ár, hevur staðið sera væl, og eru bert 8 mál farin í gjøgnum í 20 dystinum, so tað var ikki óvænta at hon bleiv vald til besta málverja.
Næst á skránni vóru venjarnir. Her var heldur eingin ivi um hvør var bestur, tí Aleksandar hevur staði á odda fyri KÍ-kvinnunum, sum hevur vunnið alt í ár og eisini fekk eitt gott úrslit í Uefa-cup. Hjá monnunm var heldur ikki nakar ivi, tí her vóru tað eisini greipuvinnarnir úr EB/Streymi sum átti besta venjarin.
Síðani vóru heiðrarnir fyri ársins stjørnuskot og ársins leikara handaðir, men her átti KÍ ongan. Olga F. Olsen nominera til ársins stjørnuskot, men Fríðrún Danielsen frá Skála vann. Og til ársins leikara var Olga Kristina Hansen nominera, men Heidi Sevdal úr B36 bleiv vald. Hjá monnum bleiv Róaldur Jacobsen valdur til ársins stjørnuskot og Arnbjørn Hansen úr EB/Str. varð valdur til ársins leikara hjá monnum.
Eisini blivu gyltu skógvarnir handaðir, og her var greitt at Rannvá hevði skotið flest mál, heili 27 í 20 dystinum og Arnbjørn Hansen gjørdi flest hjá monnunum, 20 mál í 27 dystinum.
Her eru allar vinnarnir

Ársins leikarar
Arnbjørn Hansen, EB/Str.
Heidi Sevdal, B36

Ársins stjørnuskot
Róaldur Jakobsen, B36
Fríðrún Danielsen, Skála

Ársins málverjar
Jákup Mikkelsen, KÍ
Olga Fríðunn Olsen, Kí

Toppskjúttar
Arnbjørn Hansen, EB/Str.
Rannvá B. Andreasen, KÍ

Ársins venjarar
Sigríður Clementsen/Magni Mohr, EB/Str.
Aleksandar Djordjevic, KÍ

Ársins dómari í Formuladeildini
Eiler Rasmussen

KÍ ynskir øllum hjartaliga tillukku