15 Oktober 2008
Kvinnulandsliðið, sum skal til Litava 23. okt., er nú endaliga úttikið

Kvinnulandsliðið skal í døgnum 23. til 28. oktober luttakað í einari Uefa vinar mini kapping í Litava, har spælt verður ímóti Litava og Luxembourg. Álvur Hansen hevur tikið 18 leikarar út til kappingina og hevur valt at takað Rannvá, Ragnu, Ann, Olgu Kristinu, Olgu Friðunn og Malenu við frá KÍ. Eisini eru Randi, sum nú spældir í Íslandi og Annelisa, sum spælir í Danmark við.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur havt góð úrslit í seinastuni, tær hava ikki tapt teir seinastu fimm dystirnar, og liggja sum nr. 70 á Fifa styrkislistanum, sum bleiv almannakunngjørdur í september.
Í Litava verða tveir dystir spældir og verður tann fyrri spældur 25. okt. ímóti Litava. Tann seinni verður spældur 27. okt. ímóti Luxembourg. Føroysku kvinnurnar hava spælt ímóti báðum liðnum fyrr. Tær taptu 3-0 fyri Litava fyri einum árið síðani, men vunnu Luxembourg 4-2 fyrr í ár.
Hópurin sær soleiðis út:
Bjørg Syderbø, Mona Breckmann, Hellen Haraldsen og Elin Katrina Haraldsen, AB
Heidi Sevdal, B36
Barbara á Dunga, HB
Ragna Patawary Malene Josephsen, Rannvá B.. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Olga F. Olsen, Ann Olsen, KÍ
Fríðrún Danilsen, Skála
Monika Samusen, VB/Sumba
Rósa Magnussen, Víkingur
Annelisa Justesen, Marjun Herup Olsen, BK Skjold (DK)
Randi Wardum, Valur (IS
Leiðarar:
Niklas á Líðarenda, ferðaleiðari
Álvur Hansen, venjari
Jacob Thomsen, hjálparvenjari
Sonja á Líðarenda, liðleiðari
Sólfríð A. Skoradal, Fysioterapeutur
















