14 Oktober 2008
Zvezda-2005 úr Russlandi er nú ímillum átta tey bestu liðini í Europa.

KÍ-kvinnurnar leiktu ímóti Zvezda-2005 úr Russlandi í Litava og taptu 8-0. Hetta liðið er eitt tað besta liðið, sum KÍ-kvinnurnar nakrantíð hava møtt, og søgdu beinanvegin at hetta liðið fór at koma langt í kappingini.
Nú er so annað bólkaspæl leikt, og er Russiska liðið víðari saman við Frankfurt, sum er verðandi Uefa-cup vinnari. Russiska liðið legði út við at vinna 1-0 á júst Frankfurt, og hetta úrslitið fór sum eldur í gjøgnum alt Europa, tí Frankfurt hevði jú ikki tapt teir seinastu 18 dystirnar í Uefa-cup. Einasta málið í dystinum gjørdi hjálparvenjarin 41 ára gamla Hanna Kostraba. Næsti dysturin var ímóti Glasgow City úr Skotlandi, og her vann russiska liðið 1-0. Seinasti dysturin var ímóti Røa úr Norra og eisini hendan dystin vann Zvezda 3-1. Sostatt fóru tær víðari í fjórðingsfinalurnar, sum eittarar í bólkinum.


Valur við Randi í hópinum hevur eisini verið í kapping, men her gekk minni gott. Í fyrsta dystinum møttu tær Umeå, sum hevur heimsins besta leikara, Martu úr Brasil, á liðnum, og her tapti Valur 5-1. Hanna Ljungberg, sum eisini var á Umeå-liðnum, sum KÍ-kvinnurnar leiktu ímóti í 2002, gjørdi 3 mál. Í næsta dystinum tapti Valur 3-2 ímóti Bardolino úr Italia. Í seinasta dystinum hilnaðist betur. Her vann Valur 8-0 ímóti Alma úr Kazakhstan. Valur gjørdist ov stuttar til at koma víðari, og eru sotatt úti av kappingini.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar 5. og 13. november, og síggja soleiðis út:
Brøndby - Zvezda-2005
Arsenal - Umeå
Bardolino - Lyon
Frankfurt - Duisburg
















