KÍ-kvinnurnar vunnu 19 av 20 dystum og tann eini endaði við javnleiki.

Image
Greipuvinnarar 2008

Einki lið megnaði at vinna KÍ-kvinnurnar í ár. Nærmast einum sigri kom B36 tá dysturin í Gundadali endaði 1-1 og B36 brendi brotsspark í seinastu minuttunum.
Úrslitið gjørdi at KÍ-kvinnurnar vunnu kappingina við 23 stigum frammanfyri nummar 2, sum gjørdist AB.
Í seinasta dystinum tóku KÍ-kvinnurnar í móti Skála í Klaksvík. Meistaraheitið var longu í hús, og tí vildu KÍ-kvinnurnar gera eitt sindur meira burturúr enn vanligt. Tær spældu allar í gullskóm og harumframt spældu tær við blusum við gullermum.
Um dystin er at siga, at KÍ-kvinnurnar virkaðu ikki serliga klárar til dystin. Tær fingu ikki spælið til koyra og tá tær so komu til kjansir, so blivu hesir misnýttir. Skála hevur í ár roynt at spælt fótbólt og ikki sparka, men í hesum dystinum var spælið eitt annað. Tær megnaðu at órógva spælið hjá KÍ, og tá tær so fingu bóltin bleiv hann sparkaður fram, og hetta gav onkran málkjans men tær misnýttu eisini teirra.
Fyrri hálvleikur endaði 0-0 og tað lá í luftini at Skála skuldi vera fyrsta lið, sum fór at takað stig frá KÍ á heimavølli.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama. Tað var KÍ sum hevði bóltin fyri tað mesta og Skála royndi at fara í skjótálop. Men gingu ikki nógvir minuttir áðrenn bólturin lá í netinum. Rannvá skeyt eitt hornaspark innfyri, og við aftaristong stóð Doris og smekkaði bóltin í netið.
Hóast møguleikar vóru fyri fleiri málum, so var tað ikki dagurin hjá KÍ til at skjóta mál. Tað skuldu bíða líka til 15 minuttir vóru eftir at leika til tær fingu sítt næsta mál. Rannvá fekk kempa seg í gjøgnum skálaverjuna og skorað sítt fyrsta mál at trimum í hesum dystinum.
í 88. minutti økti Rannvá til 3-0, men minuttin eftir minkaði Birita Poulsen um munin til 3-1. Rannvá slóg sigurin fastan í 90. minutti til endaligu støðuna 4-1.
Aftaná dystin fingu KÍ-kvinnurnar handa steyp og gullheiðursmerkið frá Magnus á Stongunum, formanni í landsliðsnevndini hjá FSF og Álvur Hansen, A-kvinnulandsliðsvenjara.

KÍ - Skála 4 - 1 (0 - 0)
1 - 0 Doris í Garði, 48'
2 - 0 Rannvá B. Andreasen, 75'
3 - 0 Rannvá B. Andreasen, 88'
3 - 1 Birita Poulsen, 89'
4 - 1 Rannvá B. Andreasen, 90'


Olga F. Olsen - Ann Olsen, Doris í Garði, Ragna Patawary, Vár Jenny Lydersen (Sølvá Andreasen, 46') - Sigrid Jacobsen (Adelheid Olsen, 72'), Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen - Olga Kristina Hansen (Tove Sólheyg, 63'), Marjun Joensen (Ása K. Thomsen, 46')
Venjari: Aleksandar Djordjevic

Skála
Ata Gregersen - Evi Mikkelsen, Reidunn Rasmussen, Marin Gregersen, Jónleyg Jarnskor (Jóhanna í Króki, 72'), Fríðrún Danielsen, Birita Poulsen, Jóna Jacobsen, Dania Niclasen (Asgerð Káradóttir, 72'), Sólfríð Christiasen, Kirstinbjørg Frederiksberg.
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Ingun Hansen

Dómarabólkur: Sunneva Vesturdal, Elsa Andreasen, Dania Jensen

Image