KÍ-kvinnurnar fáa steyp og gullheiðursmerki leygardagin.

Image
KÍ-kvinnurnar fáa gullið leygardagin

Hóast KÍ-kvinnurnar hava vita síðan 24. august at tær blivu meistarar, so verður tað ikki fyrr enn eftir dystin leygardagin, at tær fáa steypið og gullheiðursmerkini.
Í seinasta dystinum í ár skulu tær leika ímóti Skála. Skála hevur einki at spæla um, tí tær kunnu ikki enda aftast og kunnu heldur ikki enda nummar fýra, men øll vilja vinna á meistarnum, so væntandi fer Skála at kempa alt tær eiga fyri at verða fyrsta lið sum vinnur á KÍ í ár.
KÍ-kvinnurnar vilja harafturímóti at gera alt fyri at gullrúsurin ikki verður ólagdur, og vilja tískil vinna dystin, so tær kunnu fara ósigraðar í gjøgnum kappingina.
Dysturin byrjar leygardagin kl. 14 og aftaná dystin verður steyp og gullheiðursmerki handaði.