Image
spældu góðan dyst í Gundadali

Hóast tær langt síðani eru Føroyameistarar, so vilja KÍ-kvinnurnar einki geva frá sær, og í dag vunnu tær ein tryggan 3-0 sigur á B36 eftir hálvleikstøðuna 1-0.

KÍ-kvinnurnar spældu sera væl fyrstu 20 minuttirnar, og løgdu eitt trýst á B36 málið, og fingu onkran møguleika at leggja seg á odda, men tað var ikki fyrr enn í 17. minutti at tað eydnaðist at fáa mál. Rannvá bleiv spæld leys í vinstru síðu, og smekkar bóltin innfyri og við aftari stong smekkar Sigrid bóltin í netið til 1-0.
Eftir málið kom B36 betur við í dystin, og høvdu onkran málmøguleika til at javna, men tær komu ikki nærri enn at raka yvirleggjaran. KÍ fekk heldur ikki einki mál afturat í fyrra hálvleiki, so hálvleiksstøðan bleiv 1-0.
Í seinna hálvleiki var bara eitt lið á vøllinum og tað var KÍ. KÍ hevur neyvan spælt so góðan hálvleik í nøkrum dysti í ár, og burdu tær havt vunnið dystin við nógv fleiri málum enn tær gjørdu.
Tað gingu ikki meira enn tveir minuttir í seinna hálvleiki, so var aftur mál til KÍ, og aftur hesuferð var tað Sigrid sum skoraði.
Sum sagt so var spælið hjá KÍ-kvinnunum sera gott í dag, um tær hava lært av russiska liðinum, sum tær spældu í móti í Litava, skal vera ósagt, men tær veruliga spældu B36 út av vølllinum, sum hevði úr at gera við at bara verja.
KÍ fekk tó bert eitt mál afturat í dystinum, sum kom eftir eitt gott langskot frá Rannvá, so at dysturin endaði 3-0 til KÍ.
Nú hevur KÍ bert ein dyst eftir at leika, og er hann í Klaksvík komandi leygardag í móti Skála. Aftaná tann dystin fær KÍ FM-steypið handa og gullheiðursmerki hongd um hálsin.

B36 - KÍ 0 - 3 (0 - 1)
0 - 1 Sigrid Jacobsen, 17'
0 - 2 Sigrid Jacobsen, 48'
0 - 3 Rannvá Andreasen, 82'


Olga F. Olsen - Ann Olsen, Doris í Garði, Ragna Patawary, Adelheid Olsen (Sølvá B. Andreasen, 78') - Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 89'), Rannvá Andreasen - Olga Kristina Hansen, Marjun Joensen (Sofía Purkhús, 69')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Vár Jenny Lydersen, Eina Kalsø
Venjari: Aleksandar Djordjevic

B36
Vivian S. Larsen - Petra Sjóstein, Unn Kragesteen, Anja Veihe, Rúna Højgaard - Unnur Danielsen, Heidi Sevdal, Rakul Magnussen, Jeanett Holm (Tanja Danielsen, 67'), Lena Guttesen (Helena Johansen, 69') - Barbara Langgaard
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Anita Mortensen
Venjari: Jacob Thomsen

Dómarabólkur: Sunniva Vesturdal, Elsa Andreasen, Jákup Petur Simonsen