U19-kvinnulandsliðið skal í døgunum 24. sept. til 1. okt. leika EM-undankapping í Portugal. Mótstøðuliðini hesuferð verða Noreg, Rumenia og vertstjóðin Portugal.

Venjarar hjá liðnum eru Bjørn Krogh og Jacob Thomsen, og teir hava valt at úttaka fimm leikarar úr KÍ. Olga Kristina, sum eisini hevur verið fastur leikari á A-landsliðnum seinastu ferðinar, verður hesaferð ein av stuðulsleikarnum. Sigrid kemur væntandi eisini at verða ein av stuðulsleikarnum, hon hevur royndir frá Uefa-cup dystum, og var eisini á U19 liðnum seinast. Olga, sum í fjør var við U17 landsliðnum verður væntandi fyrsti málverji á U19 í ár. Hon hevur fingið væl meira spælitíð í ár, við tað at Randi er farin til Íslands, og spældi væl í Uefa-cup dystunum í Litava. Hetta er fyrstu ferð at Eina og Vár Jenny eru við á U19, men tær hava royndir frá ávíkavist U17 og Uefa-cup.

Image
Vár Jenny

Image
Olga Fríðunn

Image
Olga Kristina

Image
Sigrid