Image
Agné og sonurin Gabriel

KÍ-kvinnurnar fingu vitjan í meðan tær vóru í Litava. Agné Masenaite, sum í fleiri ár leikti hondbólt í Klaksvík, og sonurin Gabriel, sum er føddur í Klaksvík, komu langa leið fyri at síggja allar KÍ-kvinnurnar.

Image
Jórun, Margit og Agné

Agné arbeiðir í dag hjá einum tryggjingarfelag í heimbýnum, og spælir ikki hondbólt longur. Sonurin Gabriel, sum verður 5 ár seinni í ár, var glaður at síggja ommu sína, Jórun hjá Maller, og fastir sína Sigrid.
Hon vitjaði í ein dag, áðren hon fór heimaftur, og hon læt heilsa øllum í Klaksvík, og serliga stjørnuleikarnum, nú tær skulu leika Europa-cup. Hon fylgir dagliga við á netinum, hvussu tað gongur her heima.