09 September 2008

KÍ-kvinnurnar spældu javnleik 2-2 í seinasta dystinum í Uefa-cup á hesum sinni. Hóast KÍ-kvinnurnar komu aftur um 2-0, so góvu tær ikki upp, og kempaðu seg uppaftur á javnleik. DAGFØRT

KÍ-kvinnurnar blivu lagdar undir press frá byrjan í dystinum ímóti Gintra Universitetas, men tað vóru KÍ-kvinnurnar fyrireikaðar uppá og løgdu seg longur aftur á vøllin, og satsaðu uppá skjótálop. Hetta vísti seg at rigga væl, og KÍ-kvinnurnar hildu litavunum vekk frá málkjansum. Men í 34. min. eydnaðist tað Gintra at fáa mál, tá Ana Alekperova skoraði við einum góðum langskoti. Aftaná málið royndi KÍ at svara aftur, og tað var eisini um reppið at Rannvá javnaði, men málverjin fekk akkurát hondina á og fekk bjarga til hornaspark. KÍ-kvinnurnar høvdu onkran annan kjans, men fingu ikki mál.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin nøkulunda tann sama. Tað var Gintra sum hevði bóltin fyri tað mesta, men høvdu ilt við at leika seg í gjøgnum góðu verjuna hjá KÍ-kvinnunum. Tað eydnaðist tó Gintra at leggja seg á odda 2-0 tá 53 minuttir vóru leiktir. Hetta málið kom eftir eitt hornaspark har Raimonda Kudyte skallaði bóltin í netið.
Nú sá tað svart út hjá KÍ-kvinnunum at fáa stig í hesari undankappingini, men KÍ-kvinnurnar geva aldrin upp, men stríðast fyri einum og hvørjum møguleika, og soleiðis var eisini hesuferð. KÍ-kvinnurnar fóru nú longur fram á vøllin og skiftu frá at leika 4-1-4-1 til at leika 4-4-2 og hetta vísti seg skjótt at geva úrslit. í 67. minutti vann Marjun bóltin í høgru síðu og smekkaði hann innfyri har Sigrid kom framum ein verjuleikara og skallaði bóltin í netið. Hetta gav nú orduliga KÍ-kvinnunum trúnna uppá at tær kunnu fáa stig burturúr hesum dystinum, men tað var ikki fyrrenn í 85. minutti at KÍ-kvinnurnar fingu útjavnandi málið. Tað var Rannvá, sum skoraði við einum brotssparki, eftir at Vár Jenny bleiv feld inní brotsteiginum. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og vóru KÍ-kvinnurnar meira glaðar fyri javnleikin enn Gintra.
Nú er Uefa-Cup komi at enda fyri KÍ-kvinnurnar á hesum sinni, men Zvezda-2005 úr Russlandi fer víðari í annað umfar, sum verður leikt í oktober.
KÍ - Gintra Universitetas 2 - 2 (0 - 1)
0 - 1 Ana Alekperova, 34'
0 - 2 Raimonda Kudyte, 53'
1 - 2 Sigird Jacobsen, 67'
2 - 2 Rannvá Andreasen, 85' brsk.
KÍ
Olga F. Olsen - Ann Olsen (Sølvá B. Andreasen, Doris í Garði, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen (Vár Jenny Lydersen, 78') - Tove Sólheyg (Marjun Joensen, 14'), Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Olga Kristina Hansen, Rannvá Andreasen - Sigrid Jacobsen.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Adelheid Olsen
Gult kort: Malena Josephsen, Ragna Patawary
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Hj. venjari: Margit G. Joensen
Fysioterapeut: Sólfríð A. Skoradal
Ferðaleiðari: Heri Ellingsgaard
Liðleiðarar: Jórun B. Andreasen og Jórun Jacobsen
Gintra Universitetas
1. Nina Maksimova - 2. Guna Abolina - 3. Raimonda Kydyte, 5. Rita Maxukelyte, 7. Ana Alekperova, 8. Viktorija Budryte, 9. Narmina Rzayeva, 13. Jurgita macikunyte, 15. Rasa Imanalijeva, 18. Oksana Imanalijeva, 19. Gintare Burokaite
Á beinkinum uttan at koma inn: 12. Inesa Sapaliskiene, 22. Indre Venskeviciute, 4. Olia Svaikevic, 10. Gitana Kerpiene, 16. Marja Stasiulyte.
Venjari: Rimantas Viktoravicius
Dómari: Natalia Aleksakhina (UKR)
Hjálpardómarar: Viktoria Stetsenko (UKR) - Lidja Kunstek (CRO)
Fjórðidómari: Mihaela Gurdon Basimamovic (CRO)
Uefa-umboð: Regina Konink-belksma (NED)



















