Í dag kl. 13 er seinasti dysturin á skránni. Hesin dysturin er í móti Gintra Universitetas úr Litava. Hetta er liðið sum KÍ-kvinnurnar hava ein kjans ímóti, men tað krevur, at tær kempa alt tað tær eiga.

Image

Heldur óvæntað vann Gintra dystin ímóti FC Femina úr Hungarn, og tí verður tað trupult hjá KÍ-kvinnunum at sleppa av aftasta plássinum, men KÍ-kvinnurnar fara tó at gera alt fyri at fáa so gott úrslit sum gjørligt, og vinna dystin.
Spælarnir hava ímorgun bara eti og hvílt, so tær kunnu vera so væl fyri sum gjørligt, allar eru klárar at spæla, eingin skaði ella leikbann er.
Dysturin byrjar sum sagt kl. 13 føroyska tíð.