Image
Liðið, ið byrjaði

KÍ-kvinnurnar komu veruliga í klødnar á russisku bjørnini. Tær taptu dystin móti Zvezda-2005 8-0 eftir hálvleikstøðuna 2-0.

Image
Russiska liðið

Tað var ikki nógv sum KÍ-kvinnurnar kundu gera ímóti russiska liðnum Zvezda-2005. Tær vóru nógv skjótari og fluttu bóltin sera skjótt í millum sín, so KÍ-kvinnurnar høvdu ilt við at fylgja við. Dysturin endaði 8-0 og var hetta ikki eitt mál ov nógv, hóast okkurt av málunum vóru sera keðilig, og burdu ikki komið.
KÍ-kvinnurnar vilja bert gloyma hendan dystin sum skjótast, og gera seg kláran til dystin ímóti Gintra úr Litava. Hesin dysturin verður eisini sera harður, og um KÍ-kvinnurnar skulu gera sær nakran tanka um at vinna hendan dystin, so skulu allar spæla upp til sítt allar besta og kanska eitt sindur afturat. Men nú hava tær tveir dagar at hvíla seg í, har eisini onkur útferð er á skránni. Dysturin ímóti Gintra verður týsdagin kl. 13.

Image

Image
Hetta frísparkið bleiv skotið beinleiðis í netið

Image
Olga hevði fleiri góðar bjargingar og fyri tað bleiv hon vald til besta KÍ-leikara í dystinum.