Image
Hópurin

KÍ-kvinnurnar leiktu í dag fyrsta dystin í Uefa Women's Cup. Dysturin var í móti meistaraliðnum úr Ungarn, sum eitur 1. FC Femina. Dysturin endaði 3-1 eftir hálvleikstøðuna 3-0.

Image
Tær fyrstu 11

Tað var orduliga mótstøða, sum KÍ-kvinnurnar komu út fyri í dag, tá tær leiktu móti meistaliðnum úr Ungarn í dag. 1. FC Femina, sum liðið eitur, vóru sera skjótar og høvdu góðan bóltførleika, men KÍ-kvinnurnar vóru væl skipaðar á vøllinum, so tað var trupult hjá FC Femina, at kom í gjøgnum. Tær fingu tó trý keðilig mál í fyrra hálvleiki. FC Femina hevði bóltin fyri tað mesta í fyrra hálvleiki, og KÍ-kvinnurnar høvdu eitt sindur av trupuleikum at halda uppá bóltin tá tær høvdu vunnið hann av FC Femina. Men í seinna hálvleiki var hetta nógv betur, og nú komu KÍ-kvinnurnar eisini fram til onkran mál møguleika, og tað eydnaðist eisini at skorða eitt mál.
Tað koma tá umleið 10 minuttir vóru eftir at leika. Elsa Maria sendir ein bólt innfyri úr høgru síðu, og innfyri mál er Sigrid fyrst á bóltinum við høvdinum, og skallar bóltin framvið ungarnska málverjanum.
Eftir dystin eru KÍ-kvinnurnar nøkulunda nøgdar við dystin, men iðra seg eitt sindur um okkurt av málunum sum FC Femina fekk, men alt í alt er úrslitið í lagið.
Hin dysturin, sum var ímillum Gintra úr Litava og Zvezda-2005 úr Russlandi, endaði við 8-0 sigri til Zvedza.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður leygardagin kl. 11 ímóti júst Zvezda, so væntast kann ein sera harður dystur.

Image 

Liðið, ið byrjaði í dag
Olga F. Olsen - Ann Olsen, Doris í Garði, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen, Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Olga Kristina Hansen, Rannvá Andreasen - Marjun Joensen (Tove Sólheyg)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Sølvá Andreasen, Adeilheid Olsen, Vár Jenny Lydersen
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Hj. venjari: Margit G. Joensen
Fysioterapeut: Sólfríð A. Skoradal
Ferðaleiðari: Heri Ellingsgaard
Liðleiðarar: Jórun Andreasen og Jórun Jaocbsen

Image 
Leikaði mangan hart á frammanfyri KÍ-málið

Image
Sigrid skoraði

Image
Ragna bleiv vald til besta KÍ-leikara