02 September 2008

Farið varð úr Klaksvík kl. 5:30 í morgun, og kl. 21 føroyska tíð vóru KÍ-kvinnurnar komnar uppá plássi í býnum Siauliai, har Uefa-cup kappingin fer fram.
Umstøðurnar at búgva eru super, tað skuldi ikki verið í vegin fyri, at fingið eitt gott úrslit heimaftur.
Fysti dysturin verður hósdagin kl. 10 føroyska tíð í móti FC Femina úr Ungarn.
















