01 September 2008

KÍ-kvinnurnar skulu fyri 8. ferð luttaka í Uefa Women's Cup, og tað er líka ofta sum kappingin hevur verið til.
Hesuferð gongur leiðin til Siauliai í Litava, har bólkur A1 verður leiktur. Tað eru fýra lið í bólkinum, har øll spæla ímóti hvør øðrum. Samanlagdi vinnarin fer víðari í bólk B1 har 1ffc frankfurt bíðar.
Skráin fyri túrin er hendan:
Týsdagin 2. september kl. 8:15 - 11:30 Vágar - Kastrup
kl. 15:05 - 17:30 Kastrup - Vilinus
Hósdagin 4. september kl. 10 (føroyska tíð) 1. FC Femina (hun) - KÍ
Leygardagin 6. september kl. 10 Zvezda-2005 (rus) - KÍ
Týsdagin 9. september kl. 12 KÍ - Gintra Universitetas (lth)
Mikudagin 10. september kl. 6:55 - 7:30 Vilinus - Kastrup
kl. 19:00 - 20:15 Kastrup - Vágar
Bústaðurin í Siauliai er: Hotel Tomas, Tilzes St. 63a, Siauliai, Tel.: +370 41 415150
















