Leygarmorgun 30. august kl. 10.00 við Shell-støðina í Klaksvík.

Í samband við at KÍ-kvinnurnar fara til Litava týsdagin 2. september at luttaka í Uefa-cup, skipa tær fyri Mat- og Køkutombola við Shell-støðina leygarmorgunin 30. august kl. 10. Tær fara eisini at selja turran fisk og flak.
Um tað er onkur í hevur hug at stuðla KÍ-kvinnunum í teirra luttøku, og ikki hevur møguleika at vitja tombolaði, so er møguleiki seta pengar inná teirra konto í Norðoya Sparikassa. Kontonr. er 9865.103.654.2

Allur peningurin fer óskerdur til KÍ-kvinnurnar.